Fípan Fagra


Skalli undir fjally byr garpar til hann ríða:
Táð var honum til eydnu lagað hann átti dóttur fríða

Há trummar í høll hermenn ríða fram
Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann

Eirikur gongur frá strondum niðan ein vid ongar sveinar
Hann sær frúgv við akur sita talar við hana eina

Há trummar í høll hermenn ríða fram
Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann

"Tað var mær til eydnu lagad eg skuldi akur goyma
Siti eg úti árla og síðla eg kann ikki vánir gloyma"

Há trummar í høll hermenn ríða fram
Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann

"Eg vi teg við sømdir fá, ást og góðan vilja
Fagra teg so til hallar heim, og teg frá vánum skilja"

Há trummar í høll hermenn ríða fram
Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann

Risin gonir frá srtondum niðan ein við ongar sveinar
Hann sær frúgv við akur sita talr við hana eina

Há trummar í høll hermenn ríða fram
Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann

Kjaftur hans er ógviligur, nasarnar tær eru langar
So eru hansara kjálkabein sum fjórðung var at ganga

"Tá Ið tú kemur í trongan skógv, tú hav væl onnur klæðI
Rív upp á teg bjørkuvid, tad javnt við jørðina dragi!"

Há trummar í høll hermenn ríða fram
Jomfrú leikar í lundum við tann edilmann

"Navn hevur tú av neyðum fingið so tíni klæðI skorin
Tað er ikki á tínari ævi tú hevur tað tílíkt borið!"







Captcha