Stýrisvolurin


Og hvør Ið enn klettum ræður ei á vindi vá
Teir hildu um stýrisvøl tá ódnin legðI á
"Legg upp í lotið," rópti ein og samdir teir
Hála á stýrisvøl, men alt til fánýtis

Leiðin er løgd, í gróti er høgd,
Og eru vit nøgd tá søgnin er søgd

Og skriður tín knørrur fram tað sama hvat tú vil
Teir bardust um stýrisvøl men einki róður til
Og enn vit halda stýrisvøl eins og vit
Halda vit eru fræls, trælborin óspurd so

Fjakka vit øll um kirkjugarðsvøll
í oyðini høll, um fjarbláu fjøll

Tiltuskað av landnyrðings ódn, og vindurin
Leikar í MiðgarðI'mól
Til Ásgarðs har Askurin stóð, sum træðrirnir
Lívsins í lotinum har blaktraðu tá

Fjakka vit øll um kirkjugarðsvøll
í oyðini høll, um fjarbláu fjøll

Og fløtur, vitandi hvat mál vit megna livandi
Og feigdin dregur liðandi, vit vála henni
Tigandi á ting

Fjakka vit øll um kirkjugarðsvøll
í oyðini høll, um fjarbláu fjøll

Væl vitandi langnunnar leið, men gott er
Tað treystið at val er í vón
óteljandi leiðirnar tær, men ilt er tað
Treystið at valið er gjørt, leiðin bert ein

Leiðin er løgd, í gróti er høgd
Og eru vit nøgd tá søgnin er søgd







Captcha
La chanson Tyr Stýrisvolurin est présentée par Lyrics-Keeper. Vous pouvez utiliser widget en tant que karaoké de la chanson Stýrisvolurin si vous avez la possibilité de télécharger le phonogramme(.mid ou .kar files). Pour quelques chansons nous avons la traduction exacte des paroles. Ici vous pouvez télécharger la traduction de la chanson Tyr Stýrisvolurin. Nous voudrions que les paroles de la chanson soient très correctes, donc, si vous avez quelques corrections, envoyez-les nous s’il vous plaît. Si vous voulez télécharger gratuitement la chanson Stýrisvolurin au format mp3, vous pouvez le faire chez l’un de nos sponsors musicaux.