Gestur villur frá høllini gongur,
Blindur er hann og fáur;
Møtir hann einum gomlum manni,
Allur í hærum gráur
"Far tú tær í grasgarðar
Og ráð fyri tínum bú;
Eg skal mær fyri Heiðrik kong
Og gátur kenna nú"
Treðum lættliga dansin,
Dagurin skín so fagurliga;
Komið er hægst á summarið
"Tríati eru gáturnar,
Git mær eina av teim:
Hvussu eitur sá reyða trumma,
Ið slær yvir allan heim"?
"Vita man eg gátuna,
Eg giti tað fyrstu av teim:
Toran eitur sá reyða trumma,
Ið slær yvir allan heim"
Treðum lættliga dansin,
Dagurin skín so fagurliga;
Komið er hægst á summarið
"Vita man eg gátuna,
Eg fari ei við tí hátt:
óðin ríður sínum hesti
BæðI um dag og nátt"
óðin gjørdist villini fuglar,
Fleyg sær út á hav,
Brendi inni Heiðrik kong
Og alt tað lið, har var
Treðum lættliga dansin,
Dagurin skín so fagurliga;
Komið er hægst á summarið